KÍF skal steðga oddaliðnum

Mikudagin var KÍF nær við at steðga oddaliðnum í Coca Cola-kappingini. Nú fáa teir ein nýggjan møguleika, tá VÍF kemur á vitjan í Atlantic Airways deildini

VÍF hevur ligið klárt á odda í Atlantic Airways deildini at kalla alt kappingarárið. Fyrstu tríggjar dystirnar høvdu teir smávegis trupulleikar, men eftir hetta hevur bert gingið tann rætta vegin hjá vestmenningum, sum hava vunnið 8 dystir á rað í landskappingini undan dystinum ímóti KÍF.
Hevur gongdin hjá vestmenningum verið góð, so kunnu vit ikki siga júst tað sama um KÍF. Ikki tí, KÍF hevur fingið fleiri stak góð úrslit í ár, men teirra avrik hava bara verið heldur óstøðug. Tí liggja teir eisini á einum 4. plássi, men síðstu dystirnar hava kollfirðingarnir víst, at teir ætla sær enn longur upp eftir stigatalvuni. Í fyrsta dystinum í endaspælinum vunnu teir trygt á útivølli fyri Neistanum, meðan teir taptu tepurt í fyrra hálvfinaludystinum í Coca Cola-kappingini, tá teir vitjaðu í Vestmanna mikudagin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skaðar plága liðini
Tá liðini spældu mikudagin, manglaðu bæði liðini onkrar av profilunum. Hjá VÍF var høgri vongurin, John Zachariassen, ikki við, meðan útlendski málverjin, Dejan Lacok, heldur ikki var partur av liðnum. Tað er sera ivasamt, um nakar av hesum verður tøkur til dystin sunnudagin.
Eisini KÍF manglaði onkran leikara. Mirko Milinkovic er úti við skaða, og hann verður ikki tøkur til dystin sunnudagin. Karl Johan Djurhuus hevur eisini verið skaddur í næsan ein mánað, men hann var aftur við í hópinum, tá liðini møttust í Vestmanna mikudagin. Harafturat hevur KÍF mist bæði Arnbjørn Hansen og Petur Martin Poulsen, sum neyvan vera við aftur fyribils.
Sjálvt um liðini hava verið illa rakt av avboðum, so leiktu tey ein góðan dyst í Vestmanna mikukvøldið, so áhugaði kunnu vænta ein javna og spennandi dyst í høllini í Kollafirði sunnudagin.