Okkaradeildin:
Klokkan 20.00: KÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin í Kollafirði
Bæði kollfirðingar og klaksvíkingar kunnu fara í jólafrí í kvøld eftir dystin í Kollafirði klokkan 20.00
Fyri Team Klaksvík hevði tað verið vorið sum jólagáva at fingið kappingarársins fyrstu stig, og vónirnar kunnu hugsast at vera á eini leið, tí fyri tveimum mánaðum síðani vann KÍF bert við tveimum málum í Klaksvík. Hetta er tað tættasti munurin, sum Team Klaksvík hevur at vísa á í ár.
Eftir dystin í Klaksvík gekk onki serligt hjá KÍF. sum tapti næstu fýra dystirnar á rað og datt burtur úr topp-4 stríðnum.
Men seinasta vikuskiftið bragdaði hjá kollfirðingum, sum gjørdist fyrsta liðið at vinna á StÍF á Skála.
Seks dystir resta í av grundspælinum, og tað er ikki ov seint hjá KÍF, sum kann minka um munin til StÍF og VÍF niður í ávikavist tvey og eitt stig.'
Júst StÍF og VÍF dystast á Skála leygardagin, so við einum sigri í kvøld kann KÍF halda jól og spæla steypakapping við vissu um, at topp-4 er gjørligt áðrenn seinastu fimm dystirnar í vár.
Sí innanhýsis dystir niðanfyri stigatalvuna
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 12 | 350 | 277 | 73 | 20 |
2 | Neistin | 12 | 327 | 291 | 36 | 16 |
3 | StÍF | 12 | 334 | 332 | 2 | 15 |
4 | VÍF | 12 | 334 | 319 | 15 | 14 |
5 | KÍF | 12 | 321 | 307 | 14 | 11 |
6 | Kyndil | 12 | 306 | 320 | -14 | 8 |
7 | Team Klaksvík | 12 | 256 | 382 | -126 | 0 |
KÍF – Team Klaksvík 43-25 | |
Okkaradeildin: 15/09/2019 | |
Málskjúttar KÍFs | |
Hans Eli Sigurbjørnsson | 16 |
Nicklas Selvig | 9 |
Rúni Joensen | 4 |
Atli L. Hammer | 3 |
Rani A. Højgaard | 3 |
Hjalti H. Matras | 3 |
Egin Hallgrímsson | 2 |
Jón Súni Kjærbæk | 1 |
Teitur Joensen | 1 |
Dánjal Sørensen | 1 |
Málskjúttar Team Klaksvíks | |
Sámal á Tjaldrafløtti | 9 |
Kaito Nakahodo | 6 |
Jens Pauli Mohr | 4 |
Beinir Johannesen | 2 |
Zezva Iobashvili | 2 |
Hans Arne B. Thomsen | 1 |
Jens Mortan Samson | 1 |
Team Klaksvík – KÍF 25-27 | |
Okkaradeildin: 03/11/2019 | |
Málskjúttar Team Klaksvíks | |
Kaito Nakahodo | 8 |
Vilhelm Vilhelmsen | 5 |
Jens Pauli Mohr | 4 |
Jan Eli Ragnarsson | 3 |
Sámal á Tjaldrafløtti | 2 |
Sakaris Ludvík Súnason | 2 |
Beinir Johannesen | 1 |
Málskjúttar KÍFs | |
Rúni Joensen | 9 |
Teitur Joensen | 6 |
Nicklas Selvig | 5 |
Ási Dam | 3 |
Hørður Fannar Sigþórsson | 2 |
Andrias Nielsen | 1 |
Atli L. Hammer | 1 |