KÍF vann lættan sigur á Team Klaksvík í Okkaradeildini kvøld við úrslitinum 27-15.
Við einum sigri kundi KÍF leggja seg ávikavist eitt og tvey stig aftanfyri VÍF og StÍF á avgerandi fjórða plássinum.
Sí eisini:
KÍF skal hótta fjórða plássið í kvøld
Men tað gekk onki serligt hjá KÍF fyrstu løtuna. KÍF hevði ikki Hans Eli Sigurbjørnsson á liðnum í dag og hevði ikki lætt við at fáa mál.
Ludvík Súnason legði Team Klaksvík á odda 3-2 eftir at átta minuttir vóru farnir, men so settu kollfirðingar propp í.
Team Klaksvík fekk bert eittans mál restina av hálvleikinum, og í steðginum var dysturin helst avgjørdur við støðuni 13-4 til KÍF.
Tað gekk betri við málskjótingini hjá klaksvíkingum í seinna hálvleiki, men spenningur kom ongantíð í dystin, sum KÍF vann 27-15.
Sostatt kunnu kollfirðingar fara í jólafrí við einum stigi upp til VÍF og tveimum til StÍF í stríðnum um hvør liggur á teimum fýra fremstu plássunum eftir 18 dystir.
StÍF og VÍF spæla á Skála leygardagin, samstundis sum H71 og Neistin bresta saman í Hoyvík.
Sí stigatalvu niðanfyri málskjúttarnar
| KÍF – Team Klaksvík 27-25 | |
| Okkaradeildin: 18/12/2019 | |
| Málskjúttar KÍFs | |
| Rani A. Højgaard | 6 |
| Nicklas Selvig | 6 |
| Rúni Joensen | 4 |
| Jón Súni Kjærbæk | 3 |
| Ási Dam | 3 |
| Andrias Nielsen | 2 |
| Jákup Trygvason | 2 |
| Hjalti H. Matras | 1 |
| Málskjúttar Team Klaksvíks | |
| Kaito Nakahodo | 5 |
| Vilhelm Vilhelmsen | 3 |
| Jens Pauli Mohr | 2 |
| Sakaris Ludvík Súnason | 2 |
| Sámal á Tjaldrafløtti | 2 |
| Kjartan á Gravarbø | 1 |
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 12 | 350 | 277 | 73 | 20 |
| 2 | Neistin | 12 | 327 | 291 | 36 | 16 |
| 3 | StÍF | 12 | 334 | 332 | 2 | 15 |
| 4 | VÍF | 12 | 334 | 319 | 15 | 14 |
| 5 | KÍF | 13 | 348 | 322 | 26 | 13 |
| 6 | Kyndil | 12 | 306 | 320 | -14 | 8 |
| 7 | Team Klaksvík | 13 | 271 | 409 | -138 | 0 |










