KÍ føroyameistarar

Kvinnurnar hjá KÍ hava fjórða árið á rað ognað sær gullmerkini í fótbóltslandskappingini

Fótbóltur

Tað er mest sum vorðin fastur siður, at tá tosað verður um kvinnufótbólt í Føroyum, so tosar tú um Í.
Soleiðis hevur eisini verið í ár, og tað kanska meira enn nakrantíð. Kvinnurnar hjá KÍ hava nevnliga verið fullkomuliga einaráðandi, og týskvøldið tryggjaðu tær sær so endaliga, at tær heldur ikki í ár verða tiknar.
Sum so hevur hendan staðfestingin bert verið ein spuringur um tíð, tí alt kappingarárið hevur tað ikki verið eitt av mótstøðuliðunum, sum hevur staðið teimum kurl á vøllinum.
Týskvøldið var so dystur á Toftum, eftir at upprunaliga ásetingin sunnudagin varð strikað av illveðrinum. Men týskvøldið bar betri til.
Tað var tó B68, sum byrjaði betri, og tær kundu eisini við eitt lítið sindur av neyvleika lagt seg á odda, tá tær tíðliga í dystinum fingu brotsspark.
Og tá vertirnir soleiðis ikki fingu gjørt sær dælt av sínum møguleikum, so var revsingin frá Klaksvíkini hørð. Fyri steðgin skutu tær tvey mál. Tað fyrra stóð Elsa Maria Simonsen fyri, og seinnu ferðina var Una Olsen upp á spæl eftir hornaspark.
Og so var einki at gera hjá B68. Eftir steðgin øktu Rannvá Andreasen, Annelisa Justesen og aftur Elsa Maria Simonsen til 5-0, áðrenn B68 fekk minkað um munin, men tað varð kortini KÍ, sum átti seinasta orðið, og aftur var tað Rannvá Andreasen, sum syrgdi fyri hesum. Við hesum seinasta sigrinum, hevur KÍ í 15 landskappingardystum skotið ikki færri enn 145 mál, meðan einans fýra mál eru farin inn hinvegin!
Og við sigrinum, so er tað ein staðfesting, at KÍ aftur verður meistari. B68 var annars einasta liðið, sum í teoriini hevði møguleika at røkka oddaliðnum, men tær mugu nú savna kreftirnar um at halda fast um silvurplássið.
Seinasti dysturin hjá KÍ verður leygardagin, tá tær fáa vitjan av HB, og eftir hetta verður aftur klárt hjá liðnum at taka ímóti FM-steypinum. Hetta er fjórðu ferð á rað og fimtu ferð íalt, at KÍ vinnur kvinnukappingina, men enn eru tær ikki mest vinnandi liðið í føroyskum kvinnufótbólti. Tað metið eigur HB framvegis, men við seks FM-heitum er nú bert eitt ár eftir, til KÍ hevur møguleika at koma ájavnt í hesum dystinum.