KÍF á røttu kós

Besta manslið hjá KÍF fekk síni fyrstu stig á stigatalvuna eftir sigur á meistarunum í Kollafirði sunnudagin. Eftir at hava verið aftanfyri 0-6 beinanvegin megnaði KÍF at kempa seg innaftur í dystin, og teir vunnu at enda tryggan sigur á Kyndli

HONDBÓLTUR

Sunnudagin var dystur í Kollafirði, tá bestu mansliðini hjá KÍF og Kyndli møttust. Júst hesi bæði liðini hava ikki fingið tí bestu byrjanina uppá kappingini, og undan dystinum lá KÍF aftast uttan nakað stig, meðan Kyndil lá beint frammanfyri KÍF við tveimum stigum.
Hjá KÍF var Rógvi Weyhe komin heimaftur úr Danmark, meðan brøðurnir Gert og Arnbjørn Hansen aftur vóru at síggja á liðnum.
Hjá Kyndli stóð ikki so væl til. Kenn Zachariasen var ikki tøkur til dystin, emn fasti málverjin, Lars Black, var tøkur aftur til dystin, og hetta kom væl við hjá Kyndli.

Kyndil fekk flúgvandi byrjan
Í byrjanini var eisini líkt til, at gongdin hjá KÍF skuldi vera tann sama, sum undanfarnu dystirnar. Kyndil fekk nevniliga eina flúgvandi byrjan, og tíðliga var greitt, at hesin dysturin lættliga kundi enda við stórsigri til Kyndil.
Tá seks minuttir vóru spældir av dystinum førdi Kyndil 6-0, og fleiri av áskoðarunum hjá KÍF mundu vera bangnir fyri, at teirra lið fór at renna seg inn í enn eitt stórtap.
Júst hvat hendi eftir hetta, er ilt at meta um. Knappliga broyttist liðið hjá KÍF fullkomiliga. Teir byrjaðu at spæla fínan hondbólt, og 8 minuttir seinni høvdu kollfirðingarnir bart seg fram um Kyndil til støðuna 8-7. So leikaði javnt á í eina løtu, men tá farið var til hálvleiks førdi KÍF 16-14.

14 dýrir minuttir
Í byrjanini av seinna hálvleiki var líkt til, at Kyndil skuldi koma inn aftur í dystin. KÍF fekk tvær býttar útvísingar tíðliga í seinna hálvleiki, og hesar yvirtalsstøðurnar útnyttaði Kyndil til at berja seg uppá javnleik 17-17.
Eftir hetta stóð bara fast hjá Kyndli, meðan KÍF fór flúgvandi avstað. Uppá 14 minuttir fóru teir frá 17-17 til eina trygga 26-19 leiðslu, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil royndi at kempa seg innaftur í dystin, men hesa løtuna var KÍF bara betra liðið, og líkamikið um Kyndil skoraði, so skoraði KÍF eisini í hinum endanum.
Ímóti endanum av dystinum førdi KÍF heili 30-21, men so byrjaðu kollfirðingarnir at taka sær eitt sindur av løttum, og hesa løtuna fekk Kyndil nøkur mál. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 32-25 til KÍF, og sostatt hava teir nú fingið sín fyrsta sigur í ár.

Verjan og málverjin spældu branddyst
Tað var týðiligt, at KÍF hevði nógv fleiri streingir at spæla á ímóti Kyndli, enn teir høvdu havt undanfarnu dystirnar. Rógvi Weyhe og brøðurnar Gert og Arnbjørn spældu ein góðan dyst, og teir vóru eisini við til at breiðka nógv um hópin hjá KÍF.
Høvuðsgrundin til sigurin bleiv tó bygd í verjupartinum, har KÍF hevði ein ótrúliga góðan dyst. Í stórum pørtum av dystinum megnaði Kyndil slett ikki at leika seg ígjøgnum verjuna, og tá verjan sveik, so stóð Óla Christian Djurhuus fyri í málinum.
Var dysturin góður hjá KÍF, so sá alt annað enn gott út hjá Kyndli. Teir spældu illa, og til tíðir høvdu teir sera stórar trupulleikar at sleppa framvið verjuni hjá kollfirðingum. Um teir skulu gera sær vónir at endurvinna meistaraheitið, so mugu tær vísa aðrar taktir komansi dystirnar.

KÍF-Kyndil 32-25 (17-15)
Brotskøst
Útvísingar: KÍF 6, Kyndil 2
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 9, Daniel Rapa 9, Gert Hansen 5, Rógvi Weyhe 4, Arnbjørn Hansen 3, Karl Johan Djurhuus 2
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 10, Rókur Akralíð 5, Janus E. Sørensen 4, Ragnar Stakksund 3, Regin Fossaberg 1, Hanus H. Johansen 1, Hjalti M. Jacobsen 1