Í februar brýtur Klaksvíkar Ítróttarfelag upp úr nýggjum
Tá fer Kí sína egnu útvarpssending og Radio KÍ fer í luftina á FM 98,7 og ætlanin er at senda ein tíma hvørt fríggjakvøld á lokalstøðini í Klaksvík, sigur KÍ í morgun.
Flestu sendingarnar verða sendar av KÍ loftinum og úr Atlantis.
Fyribils hoyrist rásin bara í Klaksvík, men tað ber eisini til at lurta beinleiðis á internetinum, so tað ber til at lurta, hvar í heiminum tú so enn ert.
Kí staðfestir, at tað eru rættiligs nógv, sum hava áhuga í tí, sum fyriferst í KÍ og við nýggju útvarpsstøðini er ætlanin at røkka enn fleiri fólkum.
- Útvarp er ein nógv sterkari miðil enn ein heimasíða, sigur Jóhann Lützen, sum hevur ábyrgdina fyri samskifti í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
- Vit ætla at byrja í februar, tá ið vit greina fremstu liðini í Vodafone-deildini, sigur hann.
Vertir verða Kristian Joensen og Jóhann Lützen, men hava onnur hug at royna seg, eru tey væl komin.
Í KÍ radio fara tey at at meta um dystir, sum verða, tey fara at hava samrøður við leiðslu og ábyrgdarpersónar um KÍ-mál, sum eru uppi í tíðini,?og tey fara at hava samrøður við venjarar, leikarar, fjepparar og gamlar KÍ leikarar. Á skránni verða eisini spurnarkappingar og KÍ sangir?og so fara tey eisini at lýsa við busstúrum hjá Bláu bylgju?og øðrum viðurskiftum.










