Fótbóltur
Alt bendi á, at KÍ hevði funnið sær ein sera góðan álopsstyrk, tá felagið hevði fingið avtalu í lag við Jonathan Tridente. Spælarin skuldi í fyrsta umfari leigast frá argentinska Los Andes, sum hevur sáttmála við spælaran fram til 30. juni, og síðani skuldi spælarin sáttmálabindast at KÍ.
Men hetta verður nú av ongum, váttar nevndarformaðurin í partafelagnum, sum rekur Formula-liðið hjá KÍ, Axel Johannesen.
- Vit hildu annars, at alt var greitt. Semja var við spælaran, og eisini høvdu vit gjørt eina lagaliga leiguavtalu við argentinska felagið. Nú eru boðini frá umboðsmanninum hjá Tridente tó, at felagið vil ikki sleppa honum.
- Los Andes er í løtuni á triðja plássi í næst bestu argentinsku deildini. Teir eru bert eitt stig frá einum sessi, sum ber uppflyting við sær, og Tridente hevur verið ein týðandi spælari seinastu tíðina, har hann hevur skotið nógv mál. Tí eru boðini, at felagið er bakkað út úr handlinum, og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur Axel Johannesen.
Fer KÍ ístaðin at leita eftir øðrum spælara at styrkja um álopið?
- Ja. Vit hava gjørt munnliga avtalu við ein brasiliumann, sum eitur Anderson. Hesin hevur verið sáttmálabundin í Vasco da Gama, men hevur verið útleigaður til felag í lokalu Rio de Janeiro-deildini. Tað í sjálvum sær burdi borgað fyri eini ávísari góðsku, men eg skal viðganga, at talan er um ein kjans, sum vit taka við hesum. Evstamark fyri at knýta nýggjar spælarar at felagnum er tó longu fríggjakvøldið, so vit hava ikki so nógv alternativ í løtuni, sigur Axel.
Hann vísir tó samstundis á, at møguleiki er enn fyri, at Tridente kann spæla við KÍ í summar. Sáttmálin við Los Andes gongur út í summar, og sjálvur sigur spælarin seg hava áhuga í at koma til Føroya tá.