Kvinnurnar hjá KÍ hava verið mest sum einaráðandi í føroyskum fótbólti seinnu árini. Tær hava vunnið eitt meistaraheitið fyri og annað eftir, og einki av hinum liðunum hevur havt nakran sum helst møguleika at steðga sterka KÍ-liðnum.
Kappingin í fjør var heldur einki undantak í so máta. KÍ legði seg á odda í kappingini mest sum alt fyri eitt, og hesa støðu hildu tær allan vegin. Tær vunnu nevniliga bæði meistaraheitið og steypakappingina, men allíkavæl vóru ábendingar um, at mótstøðan, KÍ hevði fingið, var harðari hetta árið enn undanfarin ár.
Vit hava tikið eitt prát við Randi Wardum hjá KÍ, Heidi Heinesen hjá GÍ og Mariu í Brekkunum hjá EB/Streymi, sum allar eru samdar um, at kappingin í ár fer at vera harðari enn undanfarin ár.
KÍ skal steðgast
GÍ var eitt av liðunum, sum royndi at steðga sigursrøðini hjá KÍ síðsta kappingarár. Tær vóru eisini nær við at vinna onkran dyst ímóti teimum bláu úr Klaksvík, men tað bleiv tó bert til tann eina javnleikin, har KÍ javnaði í seinastu minuttunum.
Heidi Heinesen hjá GÍ var glað um gongdina hjá liðnum í fjør, og hon vónar, at úrslitið í ár fer at vera minst líka gott.
- Málið hjá okkum er sjálvandi at vinna meistaraheitið, men skulu vit megna tað, so skulu vit fyrst og fremst steðga KÍ. Um tað ikki verður til eitt meistaraheitið í ár, so hevði tað í øllum førum verið stuttligt at vunnið onkran dyst ímóti kvinnunum hjá KÍ.
Heidi heldur annars, at liðini eru blivin sterkari síðstu árini, og hon væntar eina harða kapping í ár.
- Munurin er ikki so stórur á liðunum nú, sum fyri fáum árum síðani. Eg vænti, at kappingin fer at vera hørð í ár, men eg vóni, at okkara úrslit fer at vera eins gott og í fjør.
Nógvar ungar leikarar
EB/Streymur er eitt av liðunum, sum hevur tikið eitt stórt fet ímóti oddinum síðstu árini. Fyri fimm árum síðani var EB/Streymur ikki partur av bestu kvinnudeildini, men ár um ár eru úrslitini bara blivin betri og betri.
Maria í Brekkunum hjá EB/Streymi sigur, at málið hjá unga EB/Streyma-liðnum er púra greitt í ár.
- Vit endaðu á einu fjórða plássi í fjør, og nú ætla vit okkum at enda ímillum trý tey bestu. Vit hava arbeitt okkum upp frá botninum síðstu árini, og nú halda vit, at vit hava ein góðan møguleika at standa royndina í oddinum.
EB/Streymur hevur nógvar sera góðar ungar leikarar í hópinum, og Maria dylir ikki fyri, at hesir koma at hava stóran týdning í kappingini, sum liggur fyri framman.
- Vit hava nógvar avbera góðar ungar leikarar, og hesir koma at hava nógv at siga fyri okkara gongd í kappingarárinum, sum liggur fyri framman. Eg haldi tó, at vit skulu taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Væntar harðari kapping
KÍ hevur sum sagt verið nógv tað sterkasta liðið í bestu kvinnudeildini seinastu árini, og tær mugu eisini metast at vera stórfavorittur at vinna kappingina í ár.
Randi Wardum hjá KÍ væntar tó, at kappingin fer at vera nógv harðari í ár enn undanfarin ár.
- Eg vænti mær kapping og spenning í kappingarárinum, sum liggur fyri framman. Hini feløgini hava ment fleiri góðar ungar leikarar, og hetta ger, at kappingin helst fer at gerast nógv betri í ár.
Randi væntar sær tó ikki bert kapping frá einum ella tveimum liðum. Hon væntar, at fleiri feløg kunnu gera seg galdandi í ár.
- Í fjør fingu vit rættiliga harða kapping frá bæði GÍ og AB, og hesi bæði liðini fara eisini at vera sterk í ár. Men eg haldi eisini, at bæði B36 og EB/Streymur hava góð lið, so har eru eini fimm lið, sum síggja út til at vera væl fyri.
Málið hjá klaksvíkingum er tó púra greitt, sigur Randi Wardum. Tær fara aftur eftir greipuni í ár.
- Tað er einki at ivast í, at vit ætla okkum at vinna bæði landskappingina og steypakappingina í ár. Vit ætla okkum eisini út í Evropa at spæla í ár. Hetta satsa vit rættiliga nógv uppá, og úrslitini hava eisini verið rættiliga góð okkurt annað árið. Í ár ætla vit tó at royna at koma víðari, sigur Randi Wardum at enda.
KÍ var sterkast
Fyri viku síðani var kappingin um Kvinnusteypið á skránni í Gundadali, og her fingu vit onkra lítla ábending um, hvussu sterk liðini eru í ár. Luttakandi liðini vóru KÍ, GÍ, EB/Streymur og B36, og fleiri av dystunum vóru rættiliga spennandi.
Tað vóru tó tey bæði fremstu liðini frá síðsta kappingarári, sum endaðu í finaluni. KÍ vann 3-2 í teirra hálvfinalu ímóti B36, meðan GÍ vann 4-3 á EB/Streymi í teirra hálvfinalu eftir at hava verið aftanfyri 3-1, tá eitt korter var eftir at spæla.
Í finaluni vann KÍ 4-2, og tí er okkurt, sum bendir á, at KÍ enn er eitt vet sterkari enn hini liðini. GÍ var tó væl við í dystinum ímóti KÍ, so kanska tær hava ein møguleika at steðga longu sigursrøðini hjá KÍ. Bæði EB/Streymur og B36 vísti eisini gott spæl í kappingini, og um hesi liðini raka dagin, so kunnu tey eisini spæla við í oddinum komandi kappingarár.
AB er síðsta liðið, sum flestu fólkini vænta sær nógv av. AB var ikki við í kappingini um Kvinnusteypið, men eingin ivi er um, at AB ætlar sær eitt enn betri úrslit í ár, enn triðja plássi, sum tær fingu.