KÍ fær 20 krónur av hvørjari málingaspann

Klaksvíkar Ítróttarfelag og nýggi Colorama-handilin í Klaksvík hava nú undirskrivað stuðulssáttmála, har Colorama bindir seg til at lata KÍ 20 krónur av hvørjari málingaspann á 10 litrar, tey selja hesi næstu árini.

- Vit vóna at sáttmálin fer at geva báðum pørtum nakað, sigur Ian D. Jacobsen, sum eigur Colorama í Klaksvík

Hann fegnast um, at Colorama soleiðis kann verða við til at geva fótbóltinum, sum annars hevur so dyggan stuðul í Klaksvík, eitt íkast.

Men, hvussu stórt hetta íkastið verður, veldst sjálvandi alt um søluna av máling, sigur Ian D. Jacobsen.