KÍF púrasta einsamalt

H71 vann sær fyrstu stigini á árinum, tá staðfestingin í Kollafirði var, at KÍF í løtuni er nógv veikasta liðið í deildini

Hondbóltur

Tað tykist longu nú greitt, at skulu kollfirðingar spæla fremstu røð aftur komandi ár, mugu teir taka annað skinn um bak.
Í 1. deild hevur Team Klaksvík sett sær uppflyting sum mál, og enda teir millum ovastu liðini, noyðist niðasta liðið í Atlantic Airways-deildini niður.
Og í løtuni er ikki nógv, sum bendir á, at hetta liðið ikki verður KÍF.
Saman við H71 vóru teir stigaleysir undan uppgerðini í Kollafirði í gjárkvøldið, men verjandi meistararnir úr Hoyvík staðfestu so ruddiliga, at teir ikki ætla sær nakran leiklut sum botnlið.
Frá fyrsta bríksli vóru tað hoyvíkingarnir, sum settu dagsskránna - eisini hóast Gunnar Bláberg fekk reyt kort longu í fyrsta minutti, tá hann víst, hvat hann helt um verjuspælið hjá kollfirðingum. Hóast munurin millum liðini ikki var so stórur á máltalvuni, so tóktust gestirnir alla tíðina at hava neyðuga yvirskotið, soleiðis at kollfirðingar ongantíð av álvara hóttu.
Eina lítla løtu vóru kollfirðingarnir tó uppi á javnleikinum, men so var H71 eisini ávarað. Teir tóku at kalla tað, sum var eftir av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin hildu teir fram í somu øði. Hendan løtan avgjørdi veruliga dystin, og hóast KÍF slapp at fylgja við eina løtu móti dystarenda, so var spenningurin tá langt í verðini síðani farin.

Fakta um dystin
KÍF-H71 15-26 (8-12)
10 min: 2-5
20 min: 6-7
40 min: 11-18
50 min: 13-22
Málskjúttar
KÍF: Ási Dam 8(7), Niklas Reginsson 4, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1, Ingi Johannesen 1
H71: Poul Kjartan Dam 7(1), Rúni Højgaard 6, Dánjal Tórgarð 5(2), Tróndur Vatnhamar 3, Bárður Brimvík 2, Esbern Patursson 1, Janus Sørensen 1, Bogi Krossteig 1
Brotskøst: KÍF 7, H71 5
Útvísingar: KÍF 5, H71 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen