KÍF-Neistin og VÍF-StÍF beinleiðis á Rás2

Mikukvøldið sigur Rás2 frá tveimum avgerandi dystum í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum

Mikukvøldið spennir Rás2 seg veruliga út við hondbóltinum.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá tveimum avgerandi dystum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Sagt verður frá dystinum í bólki 1, sum verður spældur í Kollafirði. Talan er um dystin millum KÍF og Neistan. Vinnur KÍF ella fær javnt, so fylgja vestmenningar hoyvíkingum í hálvfinalurnar. Vinnur Neistin sleppa teir víðari til hálvfinalurnar. Í bólki 2 spæla VÍF og StÍF um fyrsta plássið í bólkinum, har tveyarin skal møta H71. Báðir dystirnir byrja klokkan 20, og sendingin byrjar klokkan 19.50. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystirnar.