KÍF-Neistin 25-25: Dystarendin og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr Ása Dam hjá KÍF og Pætur Mikkjalsson seta orð á spennandi javnleikin í Kollafirði

Alt er víðopið í hálvfinaluni millum KÍF og Neistin aftaná fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.


Dysturin millum KÍF og Neistan endaði við javnleiki 25-25, har Rasmus Søby javnaði til 25-25 í seinasta sekundi. Í steðginum var Neistin á odda 12-9.

 

Hans Eli Sigurbjørnsson gjørdist toppskjútti hjá KÍF við 11 málum. Ási Dam skoraði fimm mál fyri KÍF. Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Høgni Zachariassen skoraði fýra mál fyri Neistan.

 

Returdysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 18. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá spennandi dystarendanum.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Ása Dam hjá KÍF. Ási Dam sigur, at í KÍF leggja teir alla orku í steypakappingina, og hann hevur góðar vónir til returdystin, tí hann heldur, at alt trýstið er á Neistanum. 


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Mikkjalsson, ið skoraði tvey mál og tók nógv tøk í verjuni hjá Neistanum. Pætur Mikkjalsson viðgongur, at tað var tíðum tungt við tí høgu leikferðini dysturin hevði. Fyri hann og liðfelagarnar hevði tað stóran týdning, at teir vunnu seg uppá javnleik aftur ímóti dystarenda aftaná KÍF fór tvey mál framum.