Rættuliga fitt av fólki høvdu lagt leiðina framvið Hoyvíkshøllini seinnapartin sunnudagin, tá ið KÍF fekk vitjan av steypafinalistunum av Strondum. KÍF hevur staðið seg óvæntað væl í seinastuni, og sunnudagin vóru teir sera nær við at fáa tvey stig til høldar, men teir noyddust at taka til takkar við tí eina.
Hugsaðu um finaluna
Tað var týðuligt, at strandingar høvdu ilt við at finna gejstin til dystin sunnudagin. Óivað eru tankarnir hjá teimum longu farnir at mala um steypafinaluna móti vestmenningum komandi leygardag.
Ikki tí, StÍF fekk eina rímuliga góða byrjan upp á dystin, og teir løgdu seg eisini á odda við tveimum málum heilt skjótt, men tá ið Sveinur Justinussen longu aftaná 10 minuttir meiddi sær fótin og noyddist út, steðgaðu teir á aftur, og kollfirðingar tóku við.
Hjá strandingum var, serliga í verjupartinum, stórur saknur í Paula Hansen, sum ikki var við stóran part av dystinum. Pauli er við í bruttohópinum á fótbóltslandsliðnum, sum um vikuskiftið hevði venjingar í Havn, og tí fekk hann bert spælt eina lítla løtu sunnudagin. Pauli plagar vanligani at verða tann, sum dekkar frammalaga mitt á hjá StÍF, og tað er ein týðandi leiklutur í verjupartinum.
Hinvegin manglaðu kollfirðingar eisini ein týðandi leikara. Gert Hansen fekk seinasta sunnudag beinleiðis reytt kort í minniliga sigrinum hjá KÍF í Vestmanna, og hann var tí leikbannaður til dystin móti StÍF. Hetta sást eisini aftur í álopspartinum, har Gert vanligani fær nógv mál av strikuni.
Stirvið álopsspæl
Kollfirðingar vardu, sum vant freistast man at siga, rættuliga offensivt. Hetta gav strandingum mikið høvuðbrýggj, og teir fingu ongantíð av álvara glið á sítt álopsspæl. Serliga tóktist missurin av Sveini Justinussen svárur, og hetta gagnnyttu kollfirðingar til at leggja seg á odda í dystinum.
Gamaní gekk javnt á fram til steðgin, men í flestu førum var tað tó KÌF, sum hevði leiðsluna. Kollfirðingar vóru eisini á odda við tveimum málum í steðginum, men eftir steðgin svaraði StÍF aftur.
Tá gekk rættuliga javnt á, og liðini fylgdust upp á 19-19, sum var støðan, tá ið seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin. So gjørdu kollfirðingar ein lítlan vørr, og teir løgdu seg á odda við trimum málum, 22-19.
Hesa løtuna tóktist tað sum um, at KÍF hevði hug at avgerða dystin, men onkursvegna fingu strandingar strítt seg inn aftur í dystin. Eina løtu glógvaði í álopsspælinum hjá StÍF, sum sunnudagin hevði stórar trupulleikar av at fáa gongd á kanska sítt besta álopsspæl, skjótálopini.
Vanliga plagar StÍF at fáa ein ógvuliga stóran part av sínum málum upp á skjótálop, men sunnudagin fingu teir ongantíð hendan partin av spælinum hjá sær at koyra.
At tað glógvaði hjá StÍF, samstundis sum tað steðgaði upp hjá KÍF, førdi við sær, at tað nú bráddliga vóru strandingar, ið høvdu leiðsluna, og bert fýra minuttir vóru eftir at leika.
Tað eydnaðist tó KÍF at koma upp á javnt aftur, og liðini samdust so um at býta stigini sínamillum.
Bert steypafinalan at spæla fyri
Tað tykist alt meiri greitt, at gullstríðið í Atlantic Airways kappingini fer at standa millum VÍF og Kyndil, og tað eru óivað fleiri av leikarunum í hinum feløgunum, sum hava gjørt sær greitt, at teir sum so ikki hava meiri at spæla fyri í ár.
Hjá StÍF tykist støðan verða tann, at strandingar hava sæð í eyguni, at teir nú bert hava steypafinaluna at spæla fyri, og hugburðurin hjá teimum sunnudagin kundi eisini bent á hetta.
KÍF: Rógvi Hansen 4, Jóan Pauli Olsen 4, Eddie H. Joensen 4(2), Mirko Milinkovic 3, Petur Martin Poulsen 3, Regin Petersen 3, Arnbjørn Hansen 2, Teitur Joensen 1
StÍF: Leivur Justinussen 8(4), Borgar Danielsen 5, Artur Johansen 3, Alexandur Johansen 3, Bent Djurhuus 2, Sveinur Justinussen 2, Bárður Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 2(2), StÍF 5(4)
Útvísingar: KÍF 3, StÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen