KÍF kvinnurnar hava framvegis fult stigatal

Eftir dystin hetta vikuskiftið stendur tað greitt, at KÍF enn er ósigrað í meistaradeildini hjá kvinnum

flogbóltur

Heilt fitt av viðhaldsfólki hjá KÍF høvdu leitað sær suður í Hoyvíkshøllina, at síggja dystin millum KÍF og Fleyr, og tey fóru ikki sum av torvheiðum norður aftur. KÍF vann dystin 3-1.
Sjálvur dysturin var ikki av teimum bestu. Tað vóru leikarar á báðum liðum samdur um eftir dystin. Fleyr fekk bestu byrjanina, og tær stríddust eisini sera væl og vunnu fyrsta settið 25-14. Men eftir hetta stóð KÍF so at siga fyri øllum. Tær vístu til tíðir vælskipað spæl og vunnu annað settið 25-11. Í triðja setti streyk KÍF avstað, men tá ið tær vóru á odda 23-15 kom stígur í. Fleyr gjørdi tað spennandi, tá ið tær hálaðu inn á KÍF, so støðan brádliga gjørdist 23-22. Men so fekk KÍF servuna, og servaði settið í hús til støðuna 25-22 . Eftir hetta skrædnaði fullkomuliga hjá Fleyr, og kvinnurnar hjá KÍF vunnu sannførandi fjórða settið við 25-12.
At KÍF hevur vunnið allar sínar dystir, sigur nógv um dygdirnar, sum hetta unga og spennandi lið hevur. Tær stríðast sera væl fyri hvørjari arðari og spæla til tíðir vælskipaðan flogbólt. Tey hava eisini styrkt um liðið við einum leikara úr Kanada, og tað er Stephanie Mychka. Hon er ein rættuliga góður spælari, sum kann seta allar verjur undir sera stórt trýst, og tað gjørdi hon eisini sunnudagin ímóti Fleyr.
Tað mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið stóð Dráttur fyri, tá ið tær vóru í Klaksvík og vitjaðu Mjølnir leygardagin. Kvinnurnar í Drátti vunnu dystin 3-1.
Á Kambsdali spældu meistararnir og steypavinnararnir frá í fjør ÍF og TB. Tann dystin vann TB 3-0, og eisini sunnudagin bleiv sigurin tann sami til TB. Hesaferð ímóti Mjølni í høllini í Trongisvági.