Okkaradeildin:
Klokkan 16.30: H71 - KÍF, Hoyvíkshøllin (FM1 sigur frá dystinum)
H71 hevur lagt seg rættiliga trygt á odda í Okkaradeildini, eftir níggju av teimum 18 dystunum í grundspælinum.
Føroyameistararnir úr H71 hava bert mist stig einaferð higartil, og tað var ímóti dagsins mótstøðuliðið, KÍF.
Sí eisini:
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/joakim-jaspur-og-kif-bastu-aftur-h71/
Joakim, Jaspur og KÍF bastu aftur H71
Síðani hevur KÍF siglt í heldur tungum sjógvi og bert vunnið ein av teimum fimm dystunum síðani seinast. H71 hevur hinvegin gjørt slætt borð og ætlar óivað at hevna dystin í Kollafirði.
Spurningurin er so um KÍF kann koma aftur á slóðina ímóti oddaliðnum.
Hetta er aðru ferð hetta kappingarárið, at H71 og KÍF dystast.
Innanhýsis dystir
| KÍF – H71 31-27 | |
| Okkaradeildin: 06/10/2019 | |
| Málskjúttar hjá H71 | |
| Peter Krogh | 11 |
| Pauli Mittún | 5 |
| Hans Kári Hansen | 4 |
| Leivur Mortensen | 3 |
| Vilhelm Poulsen | 2 |
| Pætur Thomsen | 1 |
| Rúni Vest Højgaard | 1 |
| Málskjúttar hjá KÍF | |
| Nicklas Selvig | 10 |
| Hørður Fannar Sigþórsson | 5 |
| Hans Eli Sigurbjørnsson | 4 |
| Rani A. Højgaard | 3 |
| Teitur Joensen | 3 |
| Ási Dam | 2 |
| Andrias Nielsen | 1 |
| Atli L. Hammer | 1 |
| Hjalti H. Matras | 1 |
| Rúni Joensen | 1 |
Støðan í Okkaradeildini
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 9 | 267 | 210 | 57 | 16 |
| 2 | StÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
| 3 | Neistin | 10 | 269 | 243 | 26 | 12 |
| 4 | VÍF | 10 | 282 | 266 | 16 | 12 |
| 5 | KÍF | 9 | 251 | 240 | 11 | 9 |
| 6 | Kyndil | 10 | 257 | 267 | -10 | 6 |
| 7 | Team Klaksvík | 10 | 215 | 324 | -109 | 0 |











