Um vikuskiftið fór flogbóltskappingin hjá kvinnum av bakkastokki, og har vóru bæði væntað og óvæntað úrslit. Mjølnir og Fleyr, sum hava verið stinnastu liðini síðstu árini, høvdu bæði heimavøll í sínum dystum, og hjá hvørgum var slingur í valsinum, tí tað endaði við sannførandi sigrum.
Mjølnir mátti tó lata eitt sett frá sær, tá Ternan vitjaði, tí Mjølnir vann 3-1. Mjølnir byrjaði við at vinna 25-21 í fyrsta setti, men í øðrum setti var Ternan omaná og vann 25-19, áðrenn Mjølnir fekk vunnið tey bæði síðstu settini 25-17 og 25-23. Sum sæst, var munurin ikki so stórur, so kanska Mjølnir verður lættari »at tosa við« í vetur enn undanfarin ár.
Fleyr hevði vitjan av ÍF, og har hendi so slett einki óvæntað, tí Fleyr vann ein sera tryggan 3-0 sigur, hóast tað í øðrum setti bleiv eitt sindur meira spennandi, enn heimaliðið mundi havt ætlað. Settúrslitini vóru 25-9, 26-24 og 25-19.
Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfarinum kom hinvegin í Sørvági, har SÍ tók ímóti KÍF, sum seinnu árini hevur verið suverenur botnproppur og har langt hevur verið millum sigrarnar og stigini. Men nú skuldi tað vísa seg at vera øðrvísi, tí KÍF vann 3-0 við settúrslitunum 19-25, 18-25 og 23-25, so var hetta marran hjá SÍ, var tað so avgjørt eisini ein dreymabyrjan hjá kvinnunum úr Kollafirði, sum ikki hava havt so nógv at gleðast um seinnu árini.
Fjórði dysturin í Eikliguni hjá kvinnum var í Trongisvági, har TB tók ímóti Drátti. Har fingu kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági eina góða byrjan og vóru á odda 2-0 í settum, áðrenn TB fekk svarað aftur við at vinna tvey sett, so tað stóð 2-2. Men í fimta setti var Dráttur aftur omaná og vann tí dystinum 3-2.