KÍF kom sær í trupuleikar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Teitur Joensen hjá KÍF fegnast um sigurin, men staðfestir, at mundi enda galið hjá KÍF

KÍF "cruisaði" ímóti StÍF. Kollfirðingar vóru á 19-13 í steðginum í dystinum á Skála, og tá 48 minuttir vóru farnir var KÌF greitt á odda 28-19 ímóti StÍF. Men so steðgaði KÍF upp. StÍF vann seg uppá 30-30, og tá støðan var 30-31 til KÍF brendi StÍF eitt brotskast, og KÍF vann at enda 33-30.

 

Teitur Joensen er eitt sindur skelkaður um, at hann og liðfelagarnir mundu søplað eina so greiða leiðslu burtur, men hann er kortini lættur um, at tað sigurin bar heim kortini. Teitur Joensen er sera fegin um teir fyrstu 3/4 av dystinum, men staðfestir, at seinasta løtan telur niður.

 

Annars er Teitur Joensen ikki nøgdur við dystarskránna, sum í øðrum førinum leggur upp til fleiri vikuskifti, har KÌF situr yvir, og so skal KÍF hinvegin spæla fimm dystir uppá seytjan dagar í desember. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Teitur Joensen segði í beinleiðis samrøðu við Rás2.