KÍF nærkast nú finaluplássunum av álvara. Kollfirðingar hava snávað í landskappingini móti Kyndli og H71 seinastu vikurnar, og síðsta vikuskiftið taptu teir fyri Neistanum í steypafinaluni. KÍF skuldi vinna seg aftur á beint hesaferð, serliga fyri at sleppa undan trýstinum frá VÍF og Kyndil, sum liva í vónini um at røkka finalunum. Fyribils er eingin ivi um, at KÍF fer í finaluna. Uppibornið sigurin á StÍF í høllini í Kollafirði legði grundarlagið, og nú ræður um hjá teimum at halda fast.
Eingi ivi
KÍF vann við fimm málum, 29-24. Spælið var ikki sannførandi, men tað leggja kollfirðingar ikki petti í. Nú ræður um at varðveita annað plássið. Jan Ottesen, venjari, og hinir í KÍF eru fimm stig framman fyri VÍF og Kyndil, sum eru nummar trý og fýra.