Eddie Joensen, sum hevur tikið um róðrið eftir at Jakob Jónsson varð loystur úr venjarastarvinum hjá KÍF, sigur, at teir ikki hava gjørt nakað kollveltandi og broytt nógv av teirri spæliætlan, sum frammanundan var.
– Vit hava ikki brotið upp úr nýggjum. Ein kann ikki broyta upp á so øgiliga nógv, men onkrar broytingar hava verið. Sum heild hava vit bygt upp á tað, sum teir kendu frammanundan. Vit hava funnið spæligleðina og tað skjóta spælið fram aftur, sum vit eru so kendir fyri, sigur Eddie.
Herfyri var rumbul í KÍF-hópinum eftir venjaraskifti og leikarar, sum fingu ein lyftan peikifingur frá felagnum. Men sambært Eddie, so er tað nú lagt aftur um bak.
– Nú er lagið komið aftur. Allir mans eru tøkir til dystin eisini, so alt er, sum tað skal vera, sigur hann.
VÍF lítil favorittur
Eddi Joensen vil, eins og flestu viðmerkjarar, vera við, at VÍF er favorittur at vinna finalurnar.
– Eg vil siga, at VÍF er lítil favorittur. Serliga eftir síðsta dystin ímóti okkum, sum teir vunnu við átta málum. Tað hevur gingið øgiliga væl hjá teimum, vísir hann á og tosar um hvussu kollfirðingar kunnu knógva nábúgvanum.
– Teir hava so nógvar góðar spælarar, so tað verður ikki lætt at steðga teimum. Eg veit ikki, hvussu nógv eg kann siga, men eg kann siga, at vit fara at gera alt fyri at steðga teimum. Teir hava breiðan og sterkan hóp og hava nógvar streingir at spæla upp á, sigur Eddie Joensen at enda.










