KÍF hevur lært eina rúgvu

Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, var sjálvsagt vónbrotin av, at kollfirðingar bara fingu silvurheiðursmerki í dag. Hann leggur hinvegin áherðslu á, at KÍF hevur lært eina rúgvu.

- Tað eru fáir av okkum, sum hava roynt at spælt slíkar avgerandi dystir. Tað er umráðandi at hava royndir frá finaludystum, tí tað eru nógv onnur ting sum hava týdning enn í landskappingardystum. Tað ræður um at venja seg við at spæla dystir, har karmarnir eru størri og áskoðararnir nógv fleiri enn vanligt. Vit hava spælt fyrstu finaluna í dag, og vit lærdu eina rúgvu. Tað verður betri næstuferð, sigur Jan Ottesen.

 

Venjarin hjá KÍF leggur afturat, at hann er vónbrotin av spælinum í løtum í dag, og at Neistin vann uppiborið.

 

Neistin vann 30-25.