KÍF heldur rimmar fast um oddasessin

Við einum uppibornum sigri á Skála í gjár, dróg KÍF meira frá hinum liðunum, og kollfirðingar sita fyribils tryggir á oddasessinum

Tað ber sjálvsagt ikki til at gera nakra endaliga niðurstøðu, tá seks umfør eru spæld, men tað tykist mest sum greitt, at KÍF verður aftur ein av fremstu avbjóðarunum til føroyameistaraheitið í hesum kappingarárinum.
Kollfirðingar hava vunnið fimm av sínum seks landskappingardystum higartil. Úrtøkan er, sammett við hini liðini, so mikið góð, at teir eru fýra stig framman fyri nummar tvey, sum eru Team Klaksvík og H71.
KÍF vann greiðan sigur í Ítróttarhøllini á Skála í gjár. Munurin var fimm mál tá avtornaði, 19-24. Kollfirðingar vóru á odda allatíðina, og hóast StÍF royndi at bíta frá sær í løtuni, so var leiðslan ongantíð í vanda.

Halgir gjørdi bart
Halgir Dahl Olesen, sum er aftur í fremstu røð, hesaferð sum hjálparvenjari og spælari, var dagsins maður í Hoyvík í gjár. Hann skeyt níggju av málunum, tá H71 vann 28-24. Við sigrinum vunnu hoyvíkingar seg upp á triðja pláss á stigatalvuni.
VÍF var annars á odda 14-17, tá liðini fóru undir seinna hálvleiki, men tá runnu vestmenningar seg inn í ein málturk. Hoyvíkingar gjørdu sær dælt av støðuni og vann seg framum, og tá megnaðu gestirnir ongantíð at svara aftur av álvara. Endaliga úrslitið var 28-24.