VÍF - KÍF 28-31 (14-14)
VÍF mundi vera favorittur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini móti KÍF.
Men kollfirðingar, ið mest sum hava spælt sær av við landskappingina, vístu skjótt at teir ætlaðu sær at fáa okkurt burtur úr steypakappingini.
Dysturin byrjaði í einari øgiligari leikferð, og tað tóktist sum vestmenningar høvdu størri áhuga í hesum. Filip Jojic fekk nógv mál úr aðru bylgjuni, men kollfirðingar svaraðu aftur at kalla hvørja ferð.
Leiðslan skifti aftur og fram og tá ið komið var til hálvleiks stóð á jøvnum 14-14
Í seinna hálvleiki vildi VÍF aftur skrúva ferðina upp, og við einari høgari verju, eydnaðist hetta eisini.
Men KÍF fekk meira enn so fylgt við, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu kollfirðingar eina tvey máls leiðslu, men VÍF megnaði eisini at svara aftur.
Dysturin var púra javnur tá ið einir fimm minuttir vóru eftir og hvør bóltur mundi vera avgerandi.
KÍF fekk eina leiðslu upp á tvey mál aftur tá ið tríggir og ein hálvur minuttir restaðu í. VÍF fekk møguleikan at minka um munin í skjótálopi tá ið færri enn tveir minuttir restaðu í, men Joakim Jürs stórbjargaði. Tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson økti upp í trý mál stutt eftir mundi vera avgjørt, og so varð.
Dysturin endaði 28-31 , og KÍF fekk eina framúr byrjan upp á steypakappingina, og sendi boð til hini liðini um, at tey skulu óttast KÍF í steypakappingini
Filip Jojic fekk 12 mál fyri VÍF, meðan Rúni Joensen og Borko Cupara fingu hvør síni sjey.










