KÍF fer frá hinum

Meðan Neistin, sum annars var best til at renna aftaná KÍF, bara fekk eitt stig í Havn, gagnnýtti KÍF møguleikan at økja við at vinna stórt 28-17 á StÍF.

KÍF legði bragdligari fyri og kom skjótt á odda, men StÍF var ikki til at rista av sær alt fyri eitt. Teir hingu í fram til stutt áðrenn hálvleik, tá ið KÍF skrúvaði ferðina upp og slapp til hálvleiks við einari 13-10-leiðslu.

Í seinna hálvleiki tóktist orkan hjá strandingum at vera uppi, og KÍF bara økti og økti. Endaliga úrslitið gjørdist 28-17 til KÍF, sum við sigrinum leggur enn meiri sjógv niður til hini liðini í deildini.

Heimafturvendi Andrias Nielsen var í góðum lag hjá oddaliðnum. Hann skjeyt sjey mál. Hjá StÍF gjørdist Fríði R. Djurhuus toppskjútti við fýra málum.

KÍF – StÍF 28-17 (13-10)

KÍF: Andrias Nielsen (7) Hans Eli Sigurbjørnson (6) Arnbjørn Hansen (5) Ási Dam (3) Rógvi Weyhe (2) Gert Hansen (2) Pætur Johansen (1) Niklas Reginsson (1) Nicklas Selvig (1)

Útvísingar: 3x2min.

StÍF: Fríði R. Djurhuus (4) Alexandur Johansen (3) Jógvan G. Joensen (3) Marius Joensen (2) Jóannes Prestá (2) Leivur Justinussen (2) Jarmund Joensen (1)

Útvísingar: 1x2min.