Eingin ivi var um, hvat av liðunum var meira uppsett at vinna dystin. Kollfirðingar stríddust betri allatíðina og høvdu eisini sigurin uppibornan.
Hetta var tann fyrsti sigurin í endaspælinum, og tað er kanska løgið, at hann skuldi koma júst á Skála móti einum at frægaru liðunum í deildini.
KÍF førdi við trimum málum við steðgin, og útiliðið megnaði at halda tørn í seinna hálvleiki, hóasta strandingar allatíðina vóru nær við at fáa kollfirðingar aftur.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók málverjin hjá KÍF tvey brotskøst innanfyri tveir minuttir, og hetta var við til at geva KÍF sjálvsálit og dirvi at koyra sigurin heim.
Sigurin er ógvuliga avgerandi fyri KÍF, sum stríðist í botninum. Við sigrinum hava teir givið sær sjálvum ein góðan møguleika at sleppa av aftasta plássinum.
StÍF hinvegin hevug vunnið steypakappingina og hevur at kalla tryggjað sær bronsuna. Tí er ikki so nógv at spæla fyri hjá strandingum meira.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7(2,) Andre F. Danielsen 7, Costin Dumitrescu 5(3), Artur Johansen 3, Marius Joensen 2
KÍF: Iljan Topic 7, Durica Tomic 6(2), Eddie Joensen 4, Jákup Dam 4, Petur M. Poulsen 2, Vagnur Johannesen, Regin Petersen 2, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: StÍF 7, KÍF 5
Útvísingar: StÍF 3, KÍF 2
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum