Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur víst aftur kæruni frá KÍF um ein spælara hjá H71 í seinni hálvfinaluni í steypakappingini, og tí er framvegis galdandi, at H71 spælir steypafinalu ímóti Neistanum.
KÍF kærdi H71, tí Hanus Kristiansen skuldi havt spælt við besta liðnum hjá H71 í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini og síðani eisini spælt við næstbesta liðnum hjá H71 í seinnu hálvfinaluni ímóti KÍF, hóast hann ikki hevði loyvi til tað.
H71 vísti aftur, at felagið hevði brúkt nakran ólógligan spælara, og nú hevur aganevndin hjá Hondbóltssambandinum gjørt úrskurð, ið kemur til somu niðurstøðu, at H71 ikki hevur brúkt nakran spælara ólógliga.
Samstundis sigur aganevndin, eins og hon hevur gjørt tað fyrr, at kappingarreglurnar hjá Hondbóltssambandinum slett ikki eru nøktandi, tí fleiri reglur at síggja til stríða ímóti hvørjari aðrari.
Aganevndin vísir eisini á, at hetta mál er nervað av, at kappingarreglurnar eru ikki nóg greiðar og at eingin beinleiðis áseting er um, hvørjar reglur eru galdandi fyri steypakappingina.