KÍF er í hálvfinaluni

Heima í høllini í Kollafirði vunnu tær í kvøld rímiliga greiðan sigur ímóti Ternuni.

Ein seinasti og sera spennandi flogbóltsdystur í bólkaspælinum í steypakappingini hjá kvinnum varð spældur í kvøld, tá ið KÍF og Ternan dystaðust um seinasta hálvfinaluplássið.


Fleyr hevði longu tryggjað sær 1. plássið í bólkinum, men øll hini trý liðini kundu fáa 2. plássið. Vann KÍF, komu tær víðari, men vann Ternan 3-0 ella 3-1, komu tær víðari. Vann Ternan 3-2, so kom Dráttur víðari.


Tá ið alt avtornaði í høllini í Kollafirði í kvøld, vísti tað seg, at tað verður KÍF, sum fer víðari til hálvfinalurnar. Tær vunnu nevniliga dystin 3-1. Settúrslitini vóru 25-7, 25-22, 20-25, 25-22.


Hálvfinalurnar verða spældar 11. februar í høllini á Hálsi í Havn. Tá dystast SÍ - KÍF og Fleyr - TB.