KÍF drønar avstað

KÍF vann í dag greiðan sigur á Neistanum, sum var væl við í fyrra hálvleiki. StÍF vann á H71, meðan VÍF greiddi sína skyldu í Klaksvík í gjár.

 

Tað tók ein hálvleik hjá KÍF at koma í gongd í dystinum móti Neistanum í dag. Í hálvleikinum var KÍF bara á odda við tveimum málum, men í seinna hálvleiki kom ferð á heimaliðið, ið endaði við at vinna 31-23.

 

Serliga vóru tað Hans Eli Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig, sum gingu á odda fyri KÍF. Teir skutu ávíkavist 10 og 9 mál. Fyri Neistan vóru Jugoslav Djumic og Teitur Magnusson toppskoarar við fimm málum í part.

 

StÍF tók á heimavølli ímóti H71. Dysturin var javnur og í hálvleikinum var bara eitt mál á munin. Men í seinna hálvleiki dró heimaliðið frá H71 og vann 31-26. Sveinur Justinussen, Jógvan G. Joensen og Jørmund Joensen skoraði seks mál í part fyri strandingar, meðan Rúni Højgaard var toppskorari hjá H71 við 10 málum.

 

Fríggjakvøldið vann VÍF 38-22 á Team Klaksvík.

 

KÍF er framvegis oddalið í Atlantic Airways deildini.