KÍF bukaði oddaliðið

KÍF læt ongan iva vera um úrslitið, tá teir tóku ímóti oddaliðnum, VÍF, í Atlantic Airways deildini. VÍF fylgdi hampiliga væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki sótu kollfirðingar á tí mesta

HONDBÓLTUR

Mikudagin hittust VÍF og KÍF í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Tann dystin vann VÍF tepurt, og hetta var samtundis triði sigurin hjá vestmenningum ímóti KÍF í hesum kappingarárinum.
Um vikuskiftið møttust tey so aftur, men hesaferð var høllin í Kollafirði karmur um dystin, sum var tann næsti hjá feløgunum í endaspælinum í landskappingini.

KÍF fekk flúgvandi byrjan
Tað var lítið, sum bendi á, at vestmenningar skuldu fara at vinna fjórða dystin á rað ímóti kollfirðingum. KÍF legði út sum eitt ódnarveður, og fyrsta korterið fekk VÍF ikki eitt bein til jørðina. Teir høvdu stórar trupulleikar av ágangandi verjuni hjá KÍF, samstundis sum álopsspælið hjá KÍF hekk væl saman fyrstu løtuna.
Venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, tók Time-Out um miðjan fyrra hálvleik, og hetta fekk veruliga gongd á vestmenningarnar. Teir valdu at fara út at mansverja Damir Oros, og nú fingu teir eisini gongd á verjuspælið.
Hesa løtuna helt verjan hjá vestmenningum KÍF frá at skora í heili átta minuttir og nú sá út til, at VÍF hevði sett seg ordiliga á dystin, og líkt var til, at teir fóru at fara frá heimaliðnum.

Drepandi mál
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki vaknaði KÍF tó aftur. Verjan hjá kollfirðingum fekk aftur fatur á VÍF, og síðstu fimm minuttirnar av hálvleikinum brúkti KÍF til at endurvinna leiðsluna.
Tá ein hálvur minuttur var eftir at spæla, fór KÍF í síðsta álopið av fyrra hálvleiki við einum manni færri. KÍF spældi tíðina út, men fekk eitt 3-meturkast í síðsta sekundi. Hetta smekkaði Daniel Rapa beint í málið, og so fór KÍF til hálvleiks við eini 2-mála leiðslu.

Eingin ivi
Um tað var júst hetta málið, sum drap vestmenningar, skal vera ósagt. Sálarliga tóktist tað í øllum førum svíða hart, og frá fyrstu løtu av seinna hálvleiki var bara ein vinnari.
Sum dysturin leið, økti KÍF bara um leiðsluna, um um miðjan hálvleikinum førdi heimaliðið við heili 7 málum.
Við at mansverja bæði Oros og Rapa gjørdi VÍF eina seinastu roynd, men tað tóktiskt ikki gera mun. Aðrir kollfirðingar tóku yvir, og serliga Rógvi Weyhe var undangongumaður henda dagin.
Kollfirðingar vóru snøgt sagt betra liðið á øllum økjum hendan dagin. Verjan var betur, álopið var betur, og so tóktust kollfirðingarnir vera nógv meir uppsettir til dystin.
Við sigrinum hava teir nú togað seg upp á 3. plássið í bestu mansdeildini, og um teir halda fram við spælinum, teir hava sýnt síðstu tveir dystirnar, so er ikki óhugsandi, at teir eisini kunnu hótta annað plássið hjá StÍF.

Fakta

KÍF-VÍF 29-22 (12-10)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 9 (3), Rógvi Weyhe 8, Daniel Rapa 6, Gert Hansen 4, Karl Johan Djurhuus 1, Arnbjørn Hansen 1
VÍF: Sámal Joensen 10, Áki G. Olsen 6, Áki Olsen 2, Sjúrður Poulsen 2, Ingi Olsen 1, Regin Joensen 1 (1)
Brotskøst: KÍF 3, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 2
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen