Kyndil-KÍF 19-30 (9-13)
Kollfirðingar ynsktu í størri mun at enda árið við manér, og tí vunnu teir eisini ein tryggan sigur á Kyndli í dag.
Fyri steðgin leikaði so hampuliga javnt á, men í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini alsamt størri.
Endin var, at KÍF við stórsigri gav Kyndli fyrsta tapið í ár, men á stigatalvuni broytti hetta einki, tí Kyndil fær so undir øllum umstøðum bronsuna.
Fyri Kyndi lskoraði Finnur Hansson 7 mál. Rógvi Weihe skoraði 8 ferðir fyri KÍF.