KÍF beit frá sær

Higar til í ár hevur KÍF annars fingið bank frá mótstøðuni, og tí var Kyndil eisini risafavorittur í dag.

Men tað gekk tó striltið hjá Kyndils-monnum at seta seg á nakað sum helst.

Kollfirðingar høvdu nevnliga ikki hug at bakka, og sum dysturin leið, gjørdist ein verulig sensatión alt meira sannlík.

Tað stóð eisini á jøvnum millum liðini bara tveir minuttir undan dystarloki, men tá fekk Khndil við tveimum málum skrætt seg avstað, soleiðis at teir framvegis hanga fast í oddinum.

Bestu málskjúttarnir í dystinum vóru Rani Ellngsgaard hjá Kyndli og Niklas Reginsson hjá KÍF. Teir skutu 5 mál hvør.

 

Kyndil-KÍF 24-22 (9-10)