KÍF-StÍF 21-20 (10-6)
Fleiri ferðir hevur KÍF verið partur av tøttum uppgerðum, men mest sum hvørja ferð er koppað skeiva vegin í avgerandi løtunum.
Kanska var hálvfinalan í steypakappingini snúningspunktið, tí í øllum førum bragdaði aftur hjá KÍF í dag.
StÍF hevði annars sín finalumøguleika at spæla fyri, men teir megnaðu ikki at taka av móti væl stríðandi heimaliðnum í dag.
Dysturin var fyri tað mesta sera javnur, men gestirnir høvdu støðugt munin, og teir høvdu eisini yvirskotið, sum skuldi til, tá avgerandi bóltarnir skuldu setast inn.
Besti málskjúttin hjá KÍF í dag var Ási Dam, sum skoraði 9 mál. Fyri StÍF var Sveinur Justinussen aftur á vøllinum, og hann skeyt 5 av málunum.