Tað er fýrverk at síggja og hoyra í góðveðrinum á Svangaskarði íkvøld. Tað eru gestirnir úr Klaksvík, sum eru meistarar fyri fýrverkinum.
Orsøkin er tann, at KÍ við 2-1 sigri ímóti B68 í kvøld hevur tryggjað sær gullkrónurnar í næstbestu fótbóltsdeildini.
KÍ hevur vunnið deildina við 57 stigum, og Víkingur er næstbest við 55 stigum.
KÍ liðformaðurin, Tórur Justesen, legði gestirnar á Svangaskarði framum við beinleiðis frísparki úr eitt sindur spískum í høgru síðu, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Darius Lewis økti um KÍ leiðsluna til 2-0, tá ið ein hálvur tími var farin.
B68 minkaði um munin til 2-1, tá ið tíðin var um at fara farin. Málskjútti var innskifti Búi í Hjøllum.
Tað eru lutfalsliga nógvir KÍ fjepparar á Svangaskarði í kvøld, og lagið er heilt gott í bláu leguni.
B68 endaði á fimta plássi við 35 stigum.
Teir, sum í kvøld vóru á listanum hjá KÍ: Jákup Mikkelsen - Børge Petersen, Jens Joensen, Mikkjal á Bergi, Jóhan Waag Høgnesen (Aron G. Joensesn, 82.), Bárður Hansen (Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen, 75.), Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Tórur Justesen, Darius Lewis (Eivin Sørensen, 46.), Helgi Simonsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Fríðálvur Klakk, Kristian Svabo Eliasen, Dávid Matras, Aksel H. Jacobsen
Venjarar:: Asbjørn Tungá og Oddur Olsen
Hjálparvenjari: Heri Ósá