Avrikið var ikki sannførandi, tá KÍ vann seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Undrið FF, sum spælir í triðbestu deildini, vitjaði í Klaksvík. KÍ vann 2-0.
Høgni Madsen sendi klaksvíkingar á sigurskos beinanvegin. Heimaliðið økti um leiðsluna miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ein verjuleikari hjá Undrinum sendi bóltin í egi mál.
KÍ var leikliga omaná, og sigurin var ongantíð í vanda. Hinvegin prógvaði KÍ ikki stóra munin, sum skal vera millum bestu deildina og triðbestu deildina.