KÍ er í Suðuroy í dag

Toppliðið í næstbestu deildini eigur heimavøll ímóti botnliðnum í kvøld

Tað er stutt millum umførini í næstbestu deildini. Í dag er fimtanda umfar á skránni. Fýra dystir verða í dag og í kvøld. Tann fimti – HB-NSÍ – varð spældur 4. juni, tá ið HB vann 6-2.

 

EB/Streymur setti seg leygardagin trygt á fremsta plássið, tá ið sundalagsmenn fóru úr Sørvági við 2-1 sigri. 07 Vestur legði seg beinanvegin framum við máli, sum Tóki á Lofti skoraði, men tveir EB/Streyma veteranar svaraðu aftur. Fyrra málið skoraði Leif Niclasen tíggju minuttir undan steðginum, og ein minutt undan leikloki skoraði Marni Djurhuus sigursmálið.

 

Í dag er EB/Streymur stórfavorittur á heimavølli ímóti AB, sum er niðast á støðutalvuni. Tá ið liðini hittust á Argjum í vánaligum líkindum 20. apríl, endaði tað 1-1.

 

07 Vestur, sum er næstfremst og leygardagin tapti fyri fyrstu ferð í ár, fer í kvøld at spæla í Gundadali ímóti Giza Hoyvík, sum er á triðja plássi. Tá ið liðini hittust í Sørvági 20. apríl, vann heimaliðið 3-0. Ta ferðina skoraði Gunleif Magnusarson øll trý málini.

 

Næstbesta liðið hjá KÍ er á veg til Suðuroyar, har fyrsta bríksl á Vágseiði verður klokkan 16. Tá ið liðini hittust í Klaksvík, vann heimaliðið 4-2.

Bæði hjá FC Suðuroy og KÍ hevur tað seinastu tíðina verið nógv upp og niður. Síðani tapið í Klaksvík hevur FC Suðuroy vunnið fýra dystir og tapt tríggjar ferðir, meðan KÍ síðani sigurin á FC Suðuroy hevur vunnið fýra ferðir og tapt fýra ferðir.

 

Víkingur fær í kvøld vitjan av B71. Talan er um lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Víkingur er á áttanda plássi, og B71 er á níggjunda plássi – sjey stig niðanfyri Víking. Tá ið liðini hittust á Sandi, var úrslitið 1-1.

 

Fimtanda umfar

Víkingur-B71: Bjarki Danielsen kl. 19.30

EB/Streymur-AB: Ransin N. Djurhuus kl. 19.00

Giza Hoyvík-07 Vestur: Johan Petur Michelsen kl. 19.00

FC Suðuroy-KÍ: Lars Müller kl. 16.00

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50