Hetta eru heilt góð tíðindi í Fuglafirði og ikki so góð vestanfyri. Í góðveðrinum í dag vann næstbesta liðið hjá KÍ 2-1 ímóti B71 á Sandi. Hetta er dysturin, sum hevur verið útsettur síðani í mai mánað, tá ið teir orsaka av vánaligum veðri noyddust at gevast at spæla.
Nú rigga klaksvíkingar til at fara um Skopunarfjørð aftur, og lagið er gott. KÍ vann 2-1, og tað ber við sær, at KÍ er topplið í bæði bestu og næstbestu deildini, nú tað resta tvey umfør av kappingunum.
KÍ er topplið við 51 stigum, Víkingur og NSÍ hava 49 stig, og á fjórða plássi hevur 07 Vestur 44 stig.
At klaksvíkingar í dag vunnu á Sandi ber við sær, at møguleikin hjá 07 Vestur at flyta upp er mest sum burtur, og harvið er tað mest sum avgjørt, at ÍF ikki fer at flyta niður.
B71 toppskjúttin Tijani Mohammed legði heimaliðið framum í 18. minutti, og í 31. minutti javnaði Darius Lewis til 1-1. Sigursmálið skoraði miðverjin Jens Joensen miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at B71 framvegis er á sætta plássi við 29 stigum – fimm stig aftanfyri B68 sum er á fimta plássi og fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. EB/Streymur er aftast við 12 stigum, B36 hevur 24 stig, HB hevur 26 stig, og Skála hevur 27 stig.
Leygardagin 19. oktober, 26. umfar: KÍ – EB/Streymur, Skála – NSÍ, HB – Víkingur, B36 – 07 Vestur og B71 – B68.
Fríggjadagin 25. oktober, 27. umfar: EB/Streymur – B36, Víkingur – Skála, NSÍ – B71, B68 – KÍ og 07 Vestur – HB.











