KÍ er nýtt oddalið

KÍ er nýtt topplið í næstbestu fótbóltsdeildini. Tað var greitt tíðliga leygarkvøldið, tá ið dysturin í Klaksvík millum KÍ og TB var liðugur.

KÍ vann 1-0. Einsamalla málið skoraði Steffan Kalsø við fínum fluktskoti, tá ið tað bara restaðu sjey minuttir.

Eftir at tað leingi hevur hilnast illa, eydnaðist tað 07 Vestur at vinna fulla úrtøku, tá ið HB vitjaði í Sørvági.

Eitt lítið korter var farið, tá ið Ragnar Niclasen við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg, og stutt fyri hálvleik økti Jovan Panic um heimaleiðsluna til 2-0. Tað var við beinleiðis fríspark.

FC Hoyvík vann 2-0 á Svangaskarði. Hóast sigurin er FC Hoyvík framvegis illa spert í botninum. Eftir 13 umfør er úrtøkan hjá B68 framvegis bara tvey stig.

 

 

NSÍ-EB/Streymur 2-1 (1-0)

1-0: Magnus Sørensen 30.

2-0: sjálvmál 46.

2-1: Jens Jensen 60.

 

Víkingur-AB 2-3 (2-2)

0-1: Jákup P. Dam 9.

1-1: Andras Mikkelsen 14.

1-2: Dan Petersen 15.

2-2: Andras Mikkelsen 17.

2-3: Áki Olsen 52.

 

KÍ-TB 1-0 (0-0)

1-0: Steffan Kalsø 81.

 

B68-FC Hoyvík 0-2 (0-1)

0-1: Jørgen Meitilberg br 18.

0-2: Thomas Hans Rubeksen 88.

 

07 Vestur-HB 2-0 (2-0)

1-0: Ragnar Niclasen 13.

2-0: Jovan Panic 41.

Reytt kort: André Johansen, 07 Vestur, (2 gul) 48.

 

Støðan eftir 13 umfør

KÍ 29

TB 28

07 Vestur 25

EB/Streymur 21

HB 19

Víkingur 18

NSÍ 15

AB 13

FC Hoyvík 11

B68 2

 

14. umfar

Leygardagin 26. juni

FC Hoyvík-NSÍ

HB-Víkingur

EB/Streymur-KÍ

AB-B68

TB-07 Vestur