Mikukvøldið vunnu kvinnurnar hjá KÍ fyrsta fótbóltsdystin á ársins Summarfestivali. Við 3-0 sigri ímóti ÍF/Víkingi/NSÍ tóku tær seg stórt fet nærri FM heitinum.
Hóskvøldið var tann næsti at trimum dystum á Summarfestivalinum í Klaksvík. Næstbesta fótbóltsliðið hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Skála, og tað eydnaðist KÍ aftur hóskvøldið at vinna fulla úrtøku.
KÍ vann 1-0. Málskjútti var veteranurin Kristoffur Jakobsen, sum skoraði sigursmálið, tá ið seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal.
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ nógvar góðar støður, uttan at tað eydnaðist at fáa hol á. Eftir at heimaliðið hevði lagt seg framum, var Skála ofta framvið. Tað eydnaðist at vinna fleiri hornaspørk, men tað eydnaðist ongantíð at skora mál.
Besta møguleikan at skora hevði veteranurin Hjalgrím Elttør í 69. minutti, men tað endaði við hornasparki, sum einki spurdist burturúr.
Sigurin ber við sær, at KÍ tók seg eitt sindur nærri bronsuplássinum, sum 07 Vestur er á. KÍ hevur 32 stig, og 07 Vestur hevur 35 stig. KÍ eigur útsettan dyst ímóti B71, sum verður á Sandi týskvøldið 20. august.
Skála er á áttanda plássi við 16 stigum. Tað eru trý stig aftur til níggjunda plássið, sum HB er á. Leygardagin klokkan 14 fær HB vitjan av B68.
Triði dysturin á Summarfestivalinum verður fríggjakvøldið, tá ið besta liðið hjá KÍ før vitjan av besta liðnum hjá Víkingi.