Tað var sonn maktdemonstratión, tá ið klaksvíkingar seinnapartin vunnu 5-0 á útivølli ímóti TB og tóku toppin. Úrtøkan er níggju stig, og málmunurin er 11-0. Tað ber við sær, at klaksvíkingar rigga til at fara aftur um Suðuroyarfjørð sum greitt oddalið.
Tvey tey undanfarnu árini hevur tað skinklað so mikið við Stórá, at tað hevur kostað sigrar og stig. Í dag var als einki at rafla um. Mikkjal Thomassen og hansara menn vóru fyrireikaðir til tenninar. Hugburðinum bilaði einki, verjuspælið var sannførandi, hugflogið var stórt í álopspartinum, og tað kendist alla tíðina, at liðið hvíldi í sær sjálvum og var í góðari javnvág.
Munurin í kropsligari styrki og skjótleika var so mikið eyðsýndur, at talan oftast kendist vera, sum tá ið menn spæla ímóti dreingjum.
Og so fer tað heilt víst at hava stóran týdning fyri gongdina og úrslitini hjá klaksvíkingum, at fleiri av nýggju spælarunum styrkja væl um liðið, og at tað ber til at skifta út, uttan at liðið viknar. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið undanfarnu árini.
Fleiri lyklaspælarar vóru ikki millum teir fyrstu ellivu. Odmar Færø, Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð vóru allir á beinkinum, men liðið kendist ikki at vera nakað viknað. Børge Petersen var í miðverjuni saman við Heina Vatnsdal, og Árni Frederiksberg, Bob Sumareh, Lars Daniel Bjørkman og Claes Philip Kronberg vístu seg at vera fínir.
Ímóti lotinum eydnaðist tað bara at skora eitt mál. Tað skoraði Jóannes Bjartalíð við brotssparki, tá ið 10 minuttir vóru farnir.
Undan lotinum var trýstið støðugt á TB málið. Bob Sumareh økti eftir lítlari løtu, tá ið eitt lítið korter var farið til bæði 2-0 og 3-0 eftir uppspæl í vinstru, har Árni Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð vóru sentralir, og Árni Frederiksberg átti uppleggið, tá ið innskifti Páll A. Klettskarð økti til 4-0.
Innskifti Jonn Johannesen staðfesti 5-0 sigurin, sum ber við sær, at KÍ eftir trý umfør hevur fulla úrtøku og málmunin 11-0. Tað vil siga, at einki mál er enn farið ígjøgnum hjá Kristiani Joensen, sum í dag var mest sum arbeiðsleysur.
TB er einasta liðið, sum ikki hevur vunnið úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum. Í dag var Einar Thorsteinsson fyri fyrstu ferð í ár á liðnum. Hann hevur verið skaddur.
Næsta royndin hjá TB verður 2. páskadag á heimavølli ímóti B36, meðan KÍ mikudagin 7. apríl fer at spæla á heimavølli ímóti HB.










