KÍ er á FM kós

Kvinnur: KÍ vann í kvøld oddadystin á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi/B68

Eftir at KÍ kvinnurnar í kvøld vunnu toppdyst á heimavølli hevur kvinnuliðið hjá klaksvíkingum av álvara lagt seg á FM kós.

Fyrsti av trimum dystum á Summarfestivalinum var, tá ið ÍF/Víkingur/B68, sum hevur staðið seg so væl higartil í ár, vitjaði í Klaksvík.

Úrslitið var 3-0 til heimaliðið, og hálvleiksstøðan var 1-0.

Heimaliðið var leikliga omaná mest sum alla tíðina, men í fyrra hálvleiki eydnaðist tað bara at skora eitt mál. Tað er ikki heilt rætt, at tað eydnaðist heimaliðnum at skjóta eitt mál, tí stórar tíggju minuttir undan steðginum gjørdu gestirnir sjálvmál, eftir at KÍ hevði lagt innfyri úr høgru.

Eftir steðgin hevði KÍ fleiri møguleikar, men gestirnir høvdu stóran møguleika at javnas, áðrenn KÍ í 71. minutti økti um munin. Sanna Svarvadal royndi setg við skoti, og Hjørdis Nesá í málinum hálvbjargaði við fótparadu. Bólturin stakk út til Mariu Klakkstein Thomsen, sum setti bóltin í tóma málið.

Ellivu minuttir undan leikloki staðfesti Maria Klakkstein Thomsen 3-0 sigurin eftir innlegg úr vinstru.

KÍ er topplið við 28 stigum, og ÍF/Víkingur/B68 er næstfremst við 24 stigum. Bæði liðini hava spælt tólv dystir. HB er á triðja plássi við 19 stigum fyri ellivu dystir. Grannauppgerðin millum B36 og HB verður 11. august. B36 hevur 6 stig fyri 12 dystir, og EBS/Skála, sum í hesum døgum luttekur í Europa Cup, hevur 7 stig.

KÍ hevur fýra dystir eftir í hesum kappingarárinum: á útivølli ímóti B36 og EBS/Skála, á heimavølli ímóti EBS/Skála og í síðsta umfari, sum verður 26. September, á útivølli ímóti HB.

Í annaðkvøld spæla 1. deildarliðini hjá KÍ og Skála í Klaksvík, og fríggjakvøldið spæla KÍ og Víkingur í Betri deildini.