KÍ er í fjórðingsfinaluni

Tað byrjaði annars best hjá GÍ, sum fyrra hálvleik leikti undan vindinum. Eitt korter var farið av dystinum, tá ið teir gulu fingu fríspark úr 50 metrum. Frísparkið endaði á stongini, og Jónreid Dalheim var skjótastur at fylgja bóltinum upp, og skora til 1-0. 1-0 til heimaliðið gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

 

Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og hetta tilfall KÍ. Símun Joensen var hægstur eftir hornaspark og stútaði bóltin í netið til 1-1. Hetta gjørdist eisini úrslitið í vanligu leiktíðini, og tískil máttu liðini út í longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini var KÍ nógv betra liðið. Fyrst var tað Paul Clapson, ið fluktaði KÍ á odda 2-1. Fáar minuttir seinni var tað Harley Bertholdsen, ið hamraði bóltin í netið úr 40 metrum til 3-1. Í seinasta minutti var tað Gunnar G. Nielsen, ið slóg sigurin fastan, tá ið hann eftir eitt mótálop skoraði til 4-1.

 

Dagur er enn ikki settur á, nær lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður.