Eftir at tað nógvu tær fyrstu ferðirnar eftir stutta summarsteðgin gekk minni væl hjá næstbesta KÍ liðnum, hevur úrtøkan seinastu ferðirnar verið so mikið fræg, at tað nú bara er evarska lítil teoretiskur møguleiki fyri, at KÍ skal flyta niður.
6-0 sigurin í Hoyvík í dag ber við sær, at tað undan trimum teimum síðstu umførunum eru níggju stig aftur til niðurflytingarpláss. Og tá ið málmunurin so er væl betri, enn hjá liðnum á níggjunda plássi, ber til at siga, at KÍ, sum er á sjeynda plássi, eisini í 2021 fer at spæla í næstbestu deildini.
Hálvleiksstøðan í Hoyvík seinnapartin var 3-0. Eivin Sørensen setti hol á í áttanda minutti, tríggjar minuttir undan steðginum økti Gunnar Christiansen um munin til 2-0, og í evstu løtu av fyrra hálvleiki skoraði Hjalgrím Elttør.
Sjey minuttir eftir steðgin var Hjalgrím Elttør aftur upp á spæl, so gjørdi heimaliðið sjálvmál, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti Eivin Sørensen 6-0 sigurin.
KÍ er á sjeynda plássi við 31 stigum, og FC Hoyvík er aftast við 10 stigum.
Týskvøldið skal KÍ spæla á útivølli ímóti HB, og FC Hoyvík fær týskvøldið vitjan av Víkingi.