KÍ í eldin í kvøld

Klaksvíkingar vunnu sunnudagin venjingardyst í Haslev sannførandi

Í kvøld fer KÍ at gera burtur av sær í Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Eftir 3?0 tapið á Svangaskarði fyri einari viku síðani er eingin møguleiki fyri, at teir skulu vinna samanlagt.

Í kvøld spæla teir í Beograd ímóti Reyðu Stjørnuni. Klaksvíkingar fóru úr Føroyum leygardagin. Teir vóru í Keypmannahavn inntil mánadagin á middegi. Tá fóru teir til Budapest við flogfarið, og síðani koyrdu teir í bussi til Beograd. Hagar komu teir seint mánakvøldið.

Taðå eru 20 spælarar við í ferðalagnum, og teir allir og Tomislav Sivic vóru á vøllinum sunnudagin. Mótstøðuliðið var Haslev, sum spælir í seriu 2 á Sælandi. Jákup Mikkelsen býr í Haslev, og fyrrverandi KÍ venjarin, Jens Hvidemose, hevur havt við felagið at gera.

KÍ spældi við einum liði í 1. hálvleiki og einum øðrum í 2. hálvleiki. Teir, sum ikki vóru á vøllinum, vandu kondi. Haslev hevði ikki nógv at bjóða uppá. KÍ vann 5?1. Í steðginum var 2?0. Tomislav Sivic og Arnold Joensen skoraðu málini. Í 2. hálvleiki skoraði Rógvi Jacobsen øll trý málini.

Hóast Reyða Stjørnan í kvøld ivaleyst fer at taka sær av løttum, og fleiri av eykamonnunum fara at royna seg, so verður mótstøðan í hitanum nóg stór hjá KÍ.