KÍ eitt stig beinanvegin

KÍ kvinnurnar hava í kvøld tryggjað sær fyrsta stigið í innleiðandi umfarinum í Europa Cup kappingini, sum í hesum døgum er á Svangaskarði.

KÍ spældi ímóti hollendska meistaraliðnum Den Haag, og úrslitið var 1-1. Hollendska liðið, sum hevði meiri spæl, fekk hol á tíggju minuttir fyri hálvleik.

KÍ var væl við eftir steðgin, og miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði KÍ. Rannvá Andreasen legði horna innfyri úr høgru, og Doris í Garði Joensen stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

Stutt eftir hevði Rannvá Andreasen stóran møguleika, men úr fimm metrum sendi hon á málverjan.

Síðstu løtuna var KÍ undir stórum trýsti, men tað eydnaðist at halda tætt, eitt nú tí Randi Wardum í málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Ikki minst tá ið hon í yvirtíðini stórbjargaði stútara eftir frísparksinnlegg.