KÍ eisini sum av torvheiðum úr Streymnesi

Heldur ikki næstbesta liðið hjá KÍ hevði nakað stig við sær til hús eftir ókeypis ferð gjøgnum Norðoyatunnilin seinnapartin.

KÍ vitjaði í Streymnesi, og heimaliðið, sum er botnlið í 1. deild vann 4-1, eftir at tað í 1. hálvleiki hevði verið málleyst.

16 ára gamli miðvallarin Arnar Dam stútaði til 1-0 tíðliga í 2. hálvleiki. David Berthelsen javnaði lítla løtu seinni, eftir at Henry Heinesen hevði lagt innfyri.

Niels Pauli Danielsen legði EB/Streym framum aftur,tá ið hann sendi hornaspark úr høgru beinleiðis í málið aftanfyri veteranin John William Joensen, sum fyrstu løtuna í 2. hálvleiki hevði staðið seg sera væl.

Bartal Hermansen økti til 3-1 beinleiðis upp á fríspark úr vinstru, og Arnar Dam staðfesti 4-1 sigurin við frísparki úr stórari fjarstøðu.