KÍ eigur flestar á vikuliðnum

Avrikið hjá 07 Vestur síðstu løtuna, tá ið tað eydnaðist undirmannaða heimaliðnum at venda 1-2 til 3-2, ger, at tveir vágamenn eru á liðnum

 

Nýggja kappingarárið er tvey umfør gamalt. Eftir annað umfar er tað bara eitt lið, sum framvegis hevur fulla úrtøku, og tað eru trý lið, sum framvegis bíða eftir fyrsta stiginum. Tey trý eru TB, sum hevur tapt tvær ferðir á útivølli í Eysturoy, B68, sum hevur tapt ímóti KÍ og 07 Vestur, og so NSÍ, sum hevur tapt á útivølli ímóti HB og KÍ.

Liðavrikini eru avgerandi í fótbólti. Tað varð í gjár undirstrikað, tá ið EB/Streymur megnaði at standa ímóti pressinum hjá Víkingi, og tá ið 07 Vestur leygardagin – við 10 monnum – vendi hóttandi 2-1 tapi til 3-2 sigur ímóti B68.

At tað ikki riggar hjá liðnum, hóast spælararnir eru góðir, kostar. Í fjør var HB suverent meistaralið, og NSÍ topplið. Í gjár riggaði tað ikki hjá HB, og NSÍ eigur framvegis einki stig.

Hvørjir skulu setast á vikuliðið eru tað sjálvandi nógvar meiningar um, og soleiðis eigur tað at vera. Her er uppskotið hjá Miðlahúsinum og minnist til, at talan er um eitt uppskot.

2-0 heimasigurin og góða avrikið ímóti NSÍ ber við sær, at KÍ eigur fýra spælarar á liðnum. ÍF vann sannførandi 3-1 heimasigur ímóti TB og eigur tveir spælarar á liðnum, og avgerandi støðurnar, tá ið undirmannaða 07 Vestur ber tveir vágamenn á liðið.

Vikuliðið eftir 2. umfar er soleiðis mannað í 4-2-3-1 spælskipan:

Silas Eyðsteinsson 07 Vestur – Benjamin Heinesen, B36, Eiler Fróðason, 07 Vestur, Andras Ó. Olsen, EB/Streymur, Claes Kronberg, KÍ – Bogi Reinert Petersen, ÍF, Jákup B. Andreasen, KÍ – Martin Agnarsson, B36, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Boris Dosljak, KÍ – Uros Stojanov, ÍF

Silas Eyðsteinsson skuldi leygardagin telvað FM finalu fyri sandavágsmenn ímóti Havnar Telvingarfelag. Tað bar ikki til, tí Silas er sáttmálabundin at 07 Vestur, har hann ímóti B68 átti avgerandi leiklut. Hann stórbjargaði nakrar ferðir, tá ið B68 spældi seg í góðar støður, og hann bjargaði, tá ið toftamenn í yvirtíðini høvdu møguleika við brotssparki at javna til 3-3.

Benjamin Heinsen var eyðsýndur vongverji í høgru hjá B36. Dysturin ímóti HB endaði málleysur, men Benjamin átti upplegg til fleiri góðar møguleikar, umframt at hann var við til at halda HB burtur frá at skora mál.

17 ára gamli Eiler Fróðason átti avgerandi leiklut í 07 Vestur sigrinum, tá ið hann skoraði sigursmálið og var góður miðverji. Undir liðini á honum er Andras Ó. Olsen, liðformaður hjá EB/Streymi, sum saman við hinum báðum miðverjunum helt Víkingi burtur, soleiðis at víkingarnir fyri fyrstu ferð síðani 2018 noyddust at fara til hús uttan at hava vunnið á útivølli ímóti EB/Streymi.

Spurningurin hevur verið, hvør fór at vinna plássið sum vongverji í vinstru hjá KÍ. Í gjár var nýggi svenski spælarin Claes Kronberg ógvuliga tryggur vinstri vongverji.

Bogi Reinert Petersen var dagsins maður í Fuglafirði, tá ið ÍF vann 3-1 ímóti TB, og undir liðini á honum á sentrala miðvøllinum er KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum var eyðsýndur í uppspælinum, og sum skoraði mál, ið er upplagt evni til seinni í ár at verða kosið ársins mál.

Í høgru er 17 ára gamli Martin Agnarsson, sum er skjótur, hevur gott spælskil og góðan bóltførleika, og sum hevur vunnið fast pláss á B36 liðnum. Jóannes Bjartalíð, sum átti fleiri upplegg, og sum umsetti brotsspark til 2-0 KÍ leiðslu, er framrættaður miðvallari, og í vinstru er Boris Dosljak, sum var væl upplagdur hjá KÍ.

Sjálvsagdur fremsti maður er Uros Stojanov, sum aftur í gjár vísti framúr máltev og skoraði tvey mál. Hann hevur skorað trý av fýra ÍF  málum og er ovast á máltindinum.

Hetta var okkara uppskot. Og tað eru heilt víst fleiri onnur uppskot. Tit eru væl komin at seta tykkara lið.