Landsins bestu málverjar hjá monnum og kvinnum spæla í Klaksvík Fyrstu heiðurslønirnar á stóra fótbóltskvøldinum í Miðlahúsinum eru nú lætnar.
Bestu málverjar blivu Jákup Mikkelsen og Olga Fríðunn Olsen, sum bæði spæla í KÍ.
Formulaliðið hjá KÍ hevur havt eitt strævið kappingarár, og har hevur Jákup Mikelsen verið ein dyggur stuðul í málinum. Eisini á landsliðnum hevur Jákup spælt væl.
Olga Fríðunn Olsen hevur verið málverji á gylta kvinnuliðnum hjá KÍ, og hóast KÍ ikki hevur tapt í ár, so hevur Olga eisini havt nakað at gera og kunna víst sínar dygdir.









