EUROPA CUP
Í heimligu kappingini hava KÍ kvinnurnar verið einaráðandi í ár. Samstundis sum tær hava vant og spælt dystir, so hava tær savnað pening og fyrireikað seg til Europa Cup bólkaumfarið, sum tær í hesi vikuni eru í. KÍ kvinnurnar hava vitað, at mótstøðan í Europa Cup kappingini í Umeå í Svøríki fór at vera av heilt øðrum slagi, enn hon hevur verið í Føroyum. Og mikukvøldið fingu tær rættuliga at kenna, hvussu nógv betri svenska meistaraliðið, Umeå, er, enn føroyska meistaraliðið.
? Vit taptu 7?0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3?0. Úrslitið var ikki so nógv at siga til. Vit vóru undir støðugum og stórum trýsti, og vit vistu, at tað fór at verða trupult, tí okkara lið er ongantíð í føroysku kappingini undir trýsti. Tá tú hevur tapt 7?0, so ber illa til at siga, at tað gekk væl. Men tað gekk, sum vit kundu rokna við. Tá okkara gjørdust ov bráðar og lupu á frammi á vøllinum, so vórðu tær umgangandi sektaðar. Mótstøðuliðið fór ígjøgnum í borðunum, og trý av málunum vórðu stútaði eftir innlegg. Tær bæði skallaðu og sparkaðu sum menn. Vit megnaðu ikki at spæla okkum til møguleikar, men onkra løtuna megnaðu vit at varðveita bóltin.
Tað er Jón Harald Poulsen, KÍ venjarin, sum fyrrapartin í gjár staðfesti hetta úr Umeå. Hóast at tær høvdu tapt stórt, so heldur hann, at dysturin og luttøkan í kappingini sum heild er eitt stórt upplivilsi.
Í kvøld skal KÍ liðið spæla ímóti Sparta Prag úr Kekkia. Tær vunnu mikukvøldið 6?0 (2?0) ímóti Tallinn úr Estlandi.
? Hin venjarin, Ove Nysted, sá Sparta Prag vinna 6?0. Hann sigur, at liðið hjá Prag er so at siga á sama støði sum tað hjá Umeå. Liðið hjá Tallinn sá ikki so gott út, men tað er ilt at meta um, tá mótstøðan er so stór. Men kanska vit fara at hava ein møguleika sunnudagin, tá vit skulu spæla ímóti Tallinn. Tað valdast eisini um, hvussu liðið verður fyri, eftir at tað hevur spælt tveir torførar dystir, heldur Jón Harald Poulsen.
Í Svøríki verður nógv gjørt burturúr Europa Cup umfarinum. Sjónvarpsrásin SVTV Extra sendi Umeå?KÍ beinleiðis, og aftaná vóru beinleiðis samrøður við venjararnar og so varð skipað fyri tíðindafundi.
? Vit eru ikki von við sovorðið í kvinnufótbóltinum í Føroyum. Hetta er alt nýtt fyri okkum, men sjálvandi halda vit tað vera spennandi at vera við, sigur KÍ venjarin, sum ikki dugir at siga okkum, hvussu nógvir áskoðarar vóru í svenska heystarkuldanum, men hann heldur, at teir vóru í hvussu so er tvey túsund, og hýrurin var sjálvandi góður.
KÍ liðið sá soleiðis út mikukvøldið: Vivi Andreasen ? Jensa Sirdal, Ranga Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen (Pavla Sjóstein, 89.) ? Bára Skaale, Malena Josephsen, Una Olsen, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð (Petra Sjóstein, 55.) ? Elsa Maria Simonsen (Ann Olsen, 73.).