Aganevndin hevur dømt 1.deildarliðið hjá KÍ at tapa dystin móti FC Suðuroy, sum teir annars vunnu á vøllinum. Orsøkin er brúk av ólógligum. Talan er um Kristoffur Jakobsen.
Tað var 8.juni, at FC Suðuroy tók móti KÍ í 1.deild. Hendan dysti brúkti KÍ Kristoffur Jakobsen og tað metti FC Suðuroy ikki var rætt. Teir kærdu til FSF og hava nú fingið viðhald í kæruni.
Kristoffur Jakobsen hevði vikuskiftið undan spælt við besta liðnum hjá KÍ og kundi tí ikki spæla við næstbesta liðnum næsta leikdag, uttan at hava sitið uttanfyri ein dyst hjá besta liðnum.
Sambært Norðlýsinum, so hevur TB eisini kært 1.deildarliðið hjá KÍ fyri í dysti móti teimum at hava brúkt ov ungan spælara og at hava brúk annað navn í staðin.
KÍ er hervið dømt at tapa dystin móti FC Suðuroy 3-0.










