KÍ í botni

AB vann sín næsta sigur á rað, og so eru klaksvíkingar einsamallir í botninum

Fótbóltur

 

Hóast visjónin um at standa sum fremsta liðið í Føroyum í júst 2009 er endurskoða, hava klasvíkingar sjálvir fingið eina nýggja visjón, har málið er at leggja lunnar undir eitt lið, sum í framtíðini kann lyfta KÍ upp aftur har, sum klaksvíkingar sjálvir meta, at liðið hoyrir heima.

Við javnleikum móti NSÍ og Víkingi umframt teprum tapi í Havn hevði unga og mest sum spildurnýggja KÍ-liðið eisini staðið fyrstu royndirnar so hampuliga væl, men talan varð um dumpikarakter, tá teir í gjár tóku ímóti AB.

Meira enn nakað, so var hetta ein dystur, sum skuldi vinnast, um klaksvíkingar skuldu fáa arbeiðsfrið, men hetta eydnaðist ikki. Als ikki.

Gestirnir av Argjum hildu nevnliga á fram at vísa tær taktir, sum teir hava gjørt so væl í fyrstu dystunum, og aðru ferðina upp í slag gav hetta eisini trý stig.

 

AB helt útgangsstøðinum

Á vøllinum mundu vertirnir tó halda seg hava meira uppiborið.

Fyrra hálvleik var ikki tað heilt stóra at skriva heim um. KÍ var liðið, sum hevði bóltin meira, men fyrst og fremst tóktist hvørgin parturin vilja ofra ov nógv frameftir.

Heimaliðið hevði tó einstakar ágangandi royndir, og Tórður Lervig hevði eina fína roynd, men bólturin varð skotin ov uttarliga, og so spurdist ikki meira enn málspark burturúr.

Eftir steðgin var talan á leið um somu gongd. Argjamenn dúvaðu framvegis upp á kontramøguleikan, og tað var eisini hetta, sum at enda gav úrslit. Tummas Hans Rubeksen varð sendir avstað í vinstru, og tá hann fann Nikolaj Eriksen, kundi hesin spæla tvørtur um til Rasmus Nielsen, sum annan dystin á rað kundi leggja AB á odda 1-0.

KÍ hevði undan hesum havt eitt gott trýst, men tað tóktist fullkomuliga fána, tá gestirnir høvdu lagt seg á odda. Og kanska forskrekti tað eisini heimaliðið, at AB bæði undan og eftir máli hevði risa-møguleika at skora.

Fortreytirnar hjá AB batnaðu sjálvandi eisini enn meira, soleiðis at teir nú fyrst og fremst royndu at binda um heilan fingur, og tann uppgávan gjørdist sjáldan truplari enn neyðugt.

 

Væl ávegis

Sigurin ber við sær, at AB longu nú tykist vera komið so hampuliga væl áleiðis í sínum setningi, sum er halda sessinum í Vodafone-deildini. Og í øllum førum er ein 50% úrtøka so væl og virðiliga nóg mikið, um teir megna at halda fast um tað støðið.

Næstu ferð spæla Argjamenn á heimavølli móti 07 Vestur. Á tí so væl kenda pappírinum líkist tað einum dysti, sum helst skal geva trý stig. Og ger hann tað, so munnu tey flestu á Argjum longu nú sova nakað nógv róligari, enn tey gjørdu størsta partin av 2007, tá AB fyri higar til einastu ferð var partur av fremstu føroysku fótbóltsrøðini.

 

Kreppan lúrir

Fýra umfør er ikki tað stóra, tá hesi hóast alt eru 27 í tali. Men tað er eingin ivi um, at krepputosið nú so spakuliga fer at ljóða í Klaksvík.

Tí eitt er at hava tol. Annað er, at skal liðið fáa neyðuga arbeiðsfriðin, so er neyðugt at fáa fulla úrtøku, tá spælt verður á heimavølli móti liðum, sum mugu roknast millum tey veikaru í deildini.

Tapið leggur longu nú eitt hampuliga stórt trýst á liðið, og so er spurningurin, um ungi miðalaldurin er nóg mikið til at bera hetta trýstið.