Tíðliga í morgin fer KÍ hópurin úr Vágum við kós ímóti Malta, har tað verður Europa dystur hósdagin.
Næstu dagarnar fara klaksvíkingar at fyrireika seg til avljóða avbjóðingina.
Í viðførinum hava teir trý stig, sum teir vunnu við 1-0 sigri í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.
Einsamalla málið skoraði Boris Dosljak sjey minuttir eftir steðgin, tá ið hann rann inn úr vinstru og eftir innlegg frá Jóannesi K. Danielsen úr høgru stýrdi bóltin í málið.
Sigurin ber við sær, at KÍ nú er tvey stig aftanfyri toppliðið HB, sum helt frí í kvøld. HB fer í annaðkvøld at spæla á jóansøku í Vági ímóti Suðringum.
Víkingur vann seg við 1-0 sigri í Sørvági so langt fram, at tað nú bara restar eitt stig at røkka á Europa pláss. Einasti málskjútti var Sølvi Vatnhamar, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Philip Djordjevic varð togaður niður.
NSÍ skoraði til 1-0 í næstsíðsta minutti í grannauppgerðini á Skála. Málskjútti var Petur Knudsen. Hetta kendist vera sigursmálið, men í evstu løtu var tað Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen, sum javnaði, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið til 1-1.
Úrslitið ber við sær, at Skála er á sætta plássi, og at NSÍ er á fjórða plássi - eitt stig aftanfyri B36 og eitt stig frammanfyri Víking.
B36 tók sær av álvara um reiggj á Argjum, har árstalsfelagið vann 4-1. Øll B36 málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki og undan nógva vindinum. Karim Saag var tvífaldur málskjútti, Lukasz Cieslewicz umsetti brotsspark til mál, og miðverjin Robert Heðin Brockie skoraði eitt mál.
AB málið varð skorað í síðstu løtu. Undir dystinum varð hildið, at B36 málverjin gjørdi sjálvmál. Dómarin hevur skrásett Bárð Olsen, sum átti innleggið, at vera málskjútta.